Lukas 20,1-8
Teksturin í dag er Lukas 20,1-8
Jørgen Andreasen lesur.
v1 Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi fólkið í halgidóminum og bar fram gleðiboðskapin, at høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu saman við hinum elstu fóru til hansara; v2 og teir talaðu til hansara og søgdu: «Sig okkum, av hvørjum valdi gert tú hetta, ella hvør er tað, sum hevur givið tær hetta valdið?» v3 Men hann svaraði og segði við teir: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; sigið tit mær: v4 Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum?» v5 Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni;» tá man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» v6 Men um vit siga: «Frá monnum;» tá man alt fólkið steina okkum; tí at tey eru vís í, at Jóhannes er ein profetur.» v7 Og teir svaraðu, at teir vistu ikki, hvaðan hann var. v8 Og Jesus segði við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, av hvørjum valdi eg geri hetta.»