Lukas 20,27-40
Teksturin í dag er Lukas 20,27-40
Pól Jóhannessen lesur.
v27 Men nakrir av Saddukearunum, teimum, sum siga, at eingin uppreisn er til, komu til hansara og spurdu hann og søgdu: v28 «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um ein giftur bróðir hjá onkrum doyr og hann er barnleysur, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom. v29 Nú vóru tað sjey brøður; hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur. v30 Somuleiðis hin annar. v31 Og hin triði tók hana, og líkaleiðis eisini teir sjey; teir lótu ikki børn eftir seg og doyðu. v32 Seinast doyði eisini konan. v33 Kona hvørs teirra verður hon nú í uppreisnini? Tí at teir allir sjey hava havt hana til konu.» v34 Og Jesus segði við teir: «Børnini av hesi verøldini giftast og verða burturgift; v35 men tey, sum verða hildin verðig at fáa lut í hini verøldini og uppreisnini frá deyðum, tey hvørki giftast ella verða burturgift; v36 tey kunnu heldur ikki doyggja meir, tí at tey eru einglum lík og eru Guðs børn, við tað at tey eru uppreisnarinnar børn. v37 Men at hini deyðu rísa upp, tað hevur eisini Móses sýnt í søguni um tornarunnin, har sum hann kallar Harran Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups. v38 Men hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi; tí at fyri honum liva øll.» v39 Men nakrir av hinum skriftlærdu svaraðu og søgdu: «Meistari, tú talaði væl!» v40 Og teir tordu ikki meira at seta nakran spurning fyri hann.