Lukas 21,20-27

 

Teksturin í dag er Lukas 21,20-27

Pól Jóhannessen lesur.

v20 Men tá ið tit síggja Jerúsalem umringað av herliðum, tá vitið, at tess oyðing er í nánd. v21 Tá flýggi tey, sum eru í Júdeu, til fjals, og tey, sum eru inni í staðinum, rými út, og tey, sum eru úti á markini, vendi ikki inn aftur í staðin. v22 Tí at hetta eru revsingardagar, tá ið alt skal ganga út, sum skrivað er. v23 Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Tí at stór neyð skal tá verða í landinum og vreiði yvir hesum fólki. v24 Og tey skulu falla fyri svørðseggjum og hertikin verða førd burtur til øll heiðin fólk; og Jerúsalem skal verða undirtraðkað av heidningum, inntil heidninganna tíðir eru lidnar. v25 Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, v26 meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. v27 Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.