Lukas 21,29-38
Teksturin í dag er Lukas 21,29-39
Pól Jóhannessen lesur.
v29 Og hann segði teimum eitt líknilsi: «Hyggið at fikutræinum og øllum trøum; v30 tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd. v31 Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd. v32 Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent. v33 Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. v34 Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara; v35 tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring. v36 Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!» v37 Um dagarnar lærdi hann í halgidóminum, men um næturnar fór hann út og hevði tilhald á tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið. v38 Og alt fólkið kom tíðliga á morgni til hansara í halgidóminum til at lýða á hann.