Lukas 21,5-18

 

Teksturin í dag er Lukas 21,5-19

Pól Jóhannessen lesur.

v5 Og tá ið nakrir søgdu um halgidómin, at hann var prýddur við vøkrum steinum og vígdum gávum, segði hann: v6 «Hetta, sum tit síggja – teir dagar skulu koma, tá ið her ikki skal liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» v7 Men teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, nær man hetta fara at verða, og hvat er tekinið, tá ið hetta fer at henda?» v8 Men hann segði: «Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg» og «tíðin er í nánd.» Men fylgið teimum ikki! v9 Men tá ið tit hoyra um bardagar og uppreist, tá óttist ikki; tí at hetta má henda fyrst, men endin er ikki tá við tað sama.» v10 Tá segði hann við teir: «Fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki og ríki móti ríki; v11 og stórir landskjálvtar skulu verða og á ymsum støðum hungur og drepsóttir; og øgiligir tilburðir skulu verða og mikil tekin av himni. v12 Men undan øllum hesum skulu tey leggja hendur á tykkum og forfylgja tykkum og geva tykkum upp í samkomuhús og fangahús og draga tykkum inn fyri kongar og landshøvdingar fyri navns míns skuld. v13 Hetta skal koma at verða tykkum til vitnisburðar. v14 Leggið tykkum tí tað í huga, at tykkum ikki frammanundan nýtist at hugsa um, hvussu tit skulu svara fyri tykkum. v15 Tí at eg vil geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera mentir at standa ímóti ella mótmæla. v16 Men tit skulu verða sviknir eisini av foreldrum og brøðrum og frændum og vinum, og summum av tykkum skulu tey veita bana; v17 og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir. v18 Men ikki skal tó hár á høvdi tykkara skalast.