Lukas 2,15-20

 

Teksturin í dag er Lukas 2,15-20.

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

v15 Tá ið eingilin var farin frá teimum aftur til Himmals, søgdu hirðarnir við hvønn annan: “Latið okkum fara inn til Betlehem og síggja tað, sum Gud hevur sagt okkum.” v16 Teir skundaðu sær avstað og funnu Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni. v17 Tá ið hirðarnir sóu tað, søgdu teir frá tí, teir høvdu fingið at vita um barnið, v18 og tey undraðust stórliga á tað, sum teir høvdu sagt. v19 Maria Lurtaði gjølla eftir tí, sum sagt var, og eftir tað hugsaði hon nógv um, hvat tað hevði at týða. v20 Hirðarnir fóru av stað aftur út á bøin, har teir sungu og takkaðu Gudi fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð. Alt var soleiðis, sum teimum var sagt frá.

Teksturin frá biblia.fo

v15 Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: «Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.» v16 Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni. v17 Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn. v18 Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum. v19 Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. v20 Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir.