Lukas 22,24-30
Teksturin í dag er Lukas 22,24-30
Andrias Magnussen lesur.
v24 Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur. v25 Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn. v26 Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir. v27 Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir. v28 Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum. v29 Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað, v30 fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir.