Lukas 22,47-53

 

Teksturin í dag er Lukas 22,47-53

Andrias Magnussen lesur.

v47 Meðan hann enn talaði, sí, tá kom ein skari; og hann, sum æt Judas, ein av teimum tólv, gekk á odda, og hann nærkaðist Jesusi til at kyssa hann. v48 Men Jesus segði við hann: «Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi?» v49 Men tá ið teir, sum hjá honum vóru, sóu, hvussu tað mundi fara at ganga, søgdu teir: «Harri, skulu vit sláa til við svørði?» v50 Og ein teirra legði til tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi høgra oyrað av honum. v51 Men Jesus tók til orða og segði: «Latið tað nú vera nóg mikið!» Og hann nam við oyrað á honum og grøddi hann. v52 Og Jesus segði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar fyri halgidóminum og hinar elstu, sum vóru komnir út eftir honum: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum. v53 Tá ið eg dag og dagliga var hjá tykkum í halgidóminum, tá rættu tit ikki út hendurnar ímóti mær; men hetta er tykkara tími og vald myrkursins.»