Lukas 23,26-43
Teksturin í dag er Lukas 23,26-43
Ólavur Jacobsen lesur.
v26 Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus. v27 Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. v28 Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara! v29 Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva! v30 Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!» v31 Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» » v32 Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum. v33 Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin. v34 Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey. v35 Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!» v36 Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu: v37 «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!» v38 Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. v39 Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!» v40 Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi? v41 Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.» v42 Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!» v43 Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!»