Lukas 24,1-12

 

Teksturin í dag er Lukas 24,1-12

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. v2 Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. v3 Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam. v4 Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum. v5 Og meðan tær vórðu ógvuliga skakkar og boygdu andlit síni til jarðar, søgdu teir við tær: «Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu? v6 Hann er ikki her, men hann er risin upp. Minnist til, hvussu hann talaði við tykkum, meðan hann enn var í Galileu, v7 og segði, at menniskjusonurin átti at verða givin upp í syndiga manna hendur og at verða krossfestur og at rísa upp á triðja degi.» v8 Og orð hansara komu teimum í huga. v9 Og tær vendu aftur frá grøvini og kunngjørdu alt hetta fyri teimum tólv og fyri øllum hinum. v10 Men tað vóru tær Maria Magdalena og Jóhanna og Maria, móðir Jákups, og so hinar, sum vóru saman við teimum; tær søgdu ápostlunum frá hesum. v11 Og teir hildu hesi tíðindi vera nakað møsn, sum ikki var farandi eftir, og teir trúðu ikki kvinnunum. v12 Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent.