Lukas 4,14-21

 

Teksturin í dag er Lukas 4,14-21

Andrias Magnussen lesur.

v14 Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir. v15 Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum. v16 Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. v17 Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: v18 «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, v19 til at kunngera eitt Harrans náðiár.» v20 Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. v21 Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.»