Lukas 5,1-11
Teksturin í dag er Lukas 5,1-11
Andrias Magnussen lesur.
v1 Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, v2 at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. v3 Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. v4 Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» v5 Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» v6 Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. v7 Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. v8 Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» v9 Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; v10 og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!» v11 Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.