Lukas 6,27-36

 

Teksturin í dag er Lukas 6,27-36

Ólavur Jacobsen lesur.

v27 Men tykkum, sum á meg lýða, sigi eg: «Elskið fíggindar tykkara, gerið væl móti teimum, ið hata tykkum; v28 vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum, og biðið fyri teimum, sum illkenna tykkum. v29 Slær onkur teg undir annan vangan, tá bjóða honum eisini hin; og tekur onkur kappa tín, tá meina honum ikki at taka kyrtilin við. v30 Gev hvørjum, sum biður teg; og tann, sum tekur tað, sum títt er, skalt tú ikki krevja eftir tí. v31 Og eins og tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini somuleiðis gera móti teimum. v32 Og um tit elska tey, sum tykkum elska, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar elska eisini tey, sum teir elska. v33 Og um tit gera væl móti teimum, sum gera væl móti tykkum, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar gera eisini tað sama. v34 Og um tit læna teimum, sum tit vænta at fáa aftur frá, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar læna eisini syndarum fyri at fáa líka nógv aftur. v35 Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu. v36 Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.