Lukas 7,24-35

 

Teksturin í dag er Lukas 7,24-35

Jógvan Højgaard lesur.

v24 Men tá ið sendisveinar Jóhannesar vóru avstað farnir, tók Jesus undir at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at skoða? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? v25 Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein mann klæddan í mjúk klæði? Sí, teir, sum ganga í skartaklæðum og liva í góðgæti, eru í kongshøllum. v26 Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. v27 Hann er tann, sum skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» v28 Eg sigi tykkum: Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes; men hin minsti í Guðs ríki er størri enn hann. v29 Og alt fólkið, sum lýddi á hann, og tollararnir við, góvu Guði rætt, við tað at tey vórðu doypt við dópi Jóhannesar. v30 Men Fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guðs ráð við teimum sjálvum til einkis, við tað at teir vórðu ikki doyptir av honum. v31 Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík? v32 Tey líkjast børnum, sum sita á torgi og rópa hvørt til annað og siga: «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit grótu. v33 Tí at Jóhannes doyparin er komin; hann hvørki át breyð ei heldur drakk vín, og tit siga: «Hann hevur ein illan anda.» v34 Menniskjusonurin er komin; hann etur og drekkur, og tit siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» v35 Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av øllum børnum sínum.»