Lukas 8,16-21
Teksturin í dag er Lukas 8,16-21
Torleif Johannesen lesur.
v16 Men eingin, sum kveikt hevur eitt ljós, krógvar tað undir einum keraldi ella setir tað undir eina song: men hann setir tað í ein ljósastaka, at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið. v17 Tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma í ljósmála. v18 Gevið tí gætur eftir, hvussu tit hoyra; tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.» v19 Men móðir hansara og brøður hansara komu til hansara, og tey kundu ikki sleppa fram at honum fyri mannfjøldini. v20 Og honum vórðu tey boð send: «Móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan og vilja hitta teg.» v21 Men hann svaraði og segði við tey: «Móðir mín og brøður mínir eru hesi, sum hoyra Guðs orð og gera eftir tí.»