Lukas 9,1-9
Teksturin í dag er Lukas 9,1-9
Torleif Johannesen lesur.
v1 Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. v2 Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. v3 Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. v4 Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur. v5 Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» v6 Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir. v7 Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, v8 og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp. v9 Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann.