Lukas 9,44-50
Teksturin í dag er Lukas 9,44-50
Jørgen Andreasen lesur.
v44 «Leggið tykkum hesi orð í oyruni: Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur!» v45 Men teir skildu ikki hetta orðið, og tað var dult fyri teimum, so at teir ikki fataðu tað; og teir firnaðust fyri at spyrja hann um hetta orðið. v46 Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur. v47 Men tá ið Jesus sá hjartans hugsan teirra, tók hann eitt lítið barn og setti tað hjá sær, v48 og segði við teir: «Hvør tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni mínum, hann tekur ímóti mær; og hvør tann, sum tekur ímóti mær, hann tekur ímóti honum, sum sendi meg; tí at tann, sum minstur er av tykkum øllum, hann er stórur.» v49 Men Jóhannes tók til orða og segði: «Meistari, vit sóu ein mann reka út illar andar í navni tínum, og vit forbjóðaðu honum tað, tí at hann ikki er í fylgi við okkum.» v50 Men Jesus segði við hann: «Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum.»