Lukas 9,51-62
Teksturin í dag er Lukas 9,51-62
Jørgen Andreasen lesur.
v51 Men tá ið tað leið at teirri tíðini, at hann skuldi verða upptikin, tá vendi hann andliti sínum móti Jerúsalem og ætlaði sær hagar. v52 Og hann sendi menn út við boðum undan sær. Og teir fóru avstað og komu í eina bygd hjá Sámáriubúgvum fyri at fáa honum innivist. v53 Men teir tóku ikki ímóti honum, av tí at hann var á ferð til Jerúsalem. v54 Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: «Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)?» v55 Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: «Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum.») v56 Og teir fóru í eina aðra bygd. v57 Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: «Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» v58 Og Jesus segði við hann: «Revar eiga holur og himmalsins fuglar reiður; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» v59 Men hann segði við ein annan: «Fylg mær!» Men hesin segði: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» v60 Men hann segði við hann: «Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!» v61 Men eisini ein annar segði: «Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!» v62 Men Jesus segði við hann: «Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.»