Lýdni

Skrivað: Unn Justinnusen

“Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!” Matt. 26.39b.

Jesus biður hesa bøn til faðir sín í himlinum. Hann er staddur í Getsemane, og veit hvat er í væntu hjá sær. Hann skal líða og doyggja krossardeyðan, fyri allar heimsins syndir. Jesus var óttafullur! Hann hevði biðið lærusveinarnar vaka við sær hesa sváru stund, men tað megnaðu teir ikki. Jesus hevur uttan iva, kent seg einsamallan. Ongin uttan hann, kundi tøma hesa skál. Hann legði alt fram fyri faðir sín, í bøn. Har fekk hann sína styrki, til at ganga inn í deyðan fyri teg og meg. Hann var líðin, ja líðin til deyða á krossinum. Hann vann øllum menniskjum æviga frelsu heima í himlinum, teimum sum siga ja takk til hesa gávu!

Ígjøgnum okkara lív, kunnu vit upplivað mótgongd og tungar dagar. Mong menniskju í heiminum í dag, uppliva at verða pínd og forfylgd, fyri teirra trúgv á Jesus. Tað kann krevja lýdni og dirvi frá hesum menniskjum, at viðurkenna Jesus, tí tey kunnu missa sítt lív fyri hesa søk. Lat okkum í Føroyum, ið ikki eru í vanda fyri júst hesum, at biðja fyri teimum. Biðja um Guðs varðveitslu og umsorgan fyri okkara medmenniskjum, ið uppliva hetta stríð! Takk Jesus, fyri títt frelsuverk á Golgata!

Amen!