Makus 10, 32-45

 

Teksturin í dag er Markus 10,32-45

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

 

32 Teir vóru á ferð til Jerusalem, og Jesus gekk fremstur. Lærusveinarnir vóru bangnir, og tey, ið fylgdu aftaná, vóru bangin. Jesus tók teir 12 eitt sindur burturfrá og fór at siga teimum, hvat fór at henda honum. 33 “Vit fara nú til Jerusalem, og har verði eg, Menniskjusonurin, givin upp til teir jødisku leiðararnar. Teir fara at døma meg til deyða og senda meg til rómverjarnar, 34 sum fara at spotta meg og spýta á meg, og teir fara at húðfleingja meg og drepa meg. Men tríggjar dagar seinni rísi eg upp frá deyðum.” 35 Jákup og Jóannes, synir Sebedeusar, fóru til Jesus og søgdu við hann: “Meistari, vit vilja so fegnir hava teg at gera nakað fyri okkum.” 36 “Hvat er tað?” spurdi Jesus. 37 So siga teir: “Kanst tú lova okkum, at vit fáa tveir teir hægstu sessirnar, tá ið tú verður kongur.” 38 “Tit vita ikki, hvat tit biðja um,” segði Jesus. “Eru tit fúsir at fáa somu lagnu sum eg og um neyðugt doyggja.” 39 “Ja, tað eru vit,” svaraðu teir. “Tað fer eisini at henda,” svaraði Jesus. 40 “Men tað er ikki eg, sum ráði fyri, hvør fær teir hægstu sessirnar. Tað er longu avgjørt, hvør skal hava teir.” 41 Tá ið hinir 10 hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á Jakup og Jóannes, 42 men Jesus rópti teir til sín og segði: “Tit vita væl at teir, ið roknast fyri at vera leiðarar yvir einum fólki, hava valdið og ráða yvir tí, og stórmenn teirra valda teimum smáu. 43 Soleiðis eigur ikki at vera tykkara millum. Tann, ið vil vera stórur, skal væra tænari hjá hinum, 44 og tann, sum vil vera leiðari skal vera tænari hjá hinum. 45 Eg, menniskjusonurin, eri heldur ikki komin fyri at verða tæntur, men fyri sjálvur at tæna. Og lív mítt skal vera loysigjald fyri mong.”