Mark 4,21-34

 

Teksturin í dag er Markus 4,21-34

Jógvan Højgaard lesur.

v21 Og hann segði við teir: «Man ljósið koma inn fyri at verða sett undir skeppumálið ella undir seingina? Man ikki fyri at verða sett í ljósastakan? v22 Tí at ikki er nakað loynt, uttan fyri at koma upp; heldur ikki varð tað dult, uttan fyri at koma í ljósmála. v23 Um onkur hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!» v24 Og hann segði við teir: «Gevið gætur eftir, hvat tit hoyra. Við tí máli, sum tit mála, skal tykkum verða mált, og tit skulu eisini fáa umframt. v25 Tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.» v26 Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, v27 og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; v28 av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. v29 Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.» v30 Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? v31 Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; v32 men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.» v33 Og í mongum slíkum líknilsum talaði hann orðið til teirra, soleiðis sum tey vóru før fyri at fata tað. v34 Men uttan líknilsi talaði hann ikki til teirra, men einsæris legði hann alt út fyri sínum egnu lærusveinum.