Mark 6,14-29

 

Teksturin í dag er Markus 6,14-29

Jógvan Højgaard lesur.

v14 Og Heródes kongur frætti hetta, tí at navn hansara var vorðið víða gitið; og hann segði: «Jóhannes doyparin er risin upp frá deyðum, og av teirri grund virka krefturnar í honum.» v15 Summi søgdu: «Tað er Elia;» og summi søgdu: «Tað er ein profetur, rætt sum ein av profetunum.» v16 Men tá ið Heródes frætti tað, segði hann: «Tann Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp.» v17 Tí at sami Heródes hevði sent út menn og tikið Jóhannes og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara; tí at hann hevði gift seg við henni; v18 tí at Jóhannes hevði sagt við Heródes: «Tað er tær ikki loyviligt at hava konu bróður tíns.» v19 Men Heródias hevði agg til hansara og ætlaði at fáa hann tiknan av døgum; men hon fekk tað ikki framt; v20 tí at Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann visti, at hann var ein rættvísur og heilagur maður; og hann vardi hann; og hvørja ferð hann lýddi á hann; varð hann í døpurhuga um mangar lutir, og hann lýddi fegin á hann. v21 Men so kom ein lagaligur dagur, tá ið Heródes á føðingardegi sínum gjørdi veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galileu, v22 og dóttirin hjá sjálvari Heródias kom innar og dansaði. Og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Og kongurin segði við gentuna: «Bið meg um, hvat tú vilt, og eg skal geva tær tað.» v23 Og hann svór henni og segði: «Hvat tú so biður um, vil eg geva tær, líka til helmingin av ríki mínum.» v24 Og hon fór uttar og segði við móður sína: «Hvat skal eg biðja um?» Men hon segði: «Um høvd Jóhannesar doyparans!» v25 Og alt fyri eitt fór hon skundisliga innar til kongin og bað hann og segði: «Eg vil, at tú nú í stundini gevur mær høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» v26 Og tó at kongurin gjørdist tungur í huga, vildi hann ikki synja henni fyri eiðanna og gestanna skuld. v27 Og við tað sama sendi kongurin ein vaktarmann avstað og beyð honum at heimta høvd hansara. v28 Og hann fór og hálshøgdi hann í fangahúsinum, og hann kom aftur við høvdi hansara á einum fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað. v29 Og tá ið lærusveinar hansara frættu tað, komu teir og tóku lík hansara upp og løgdu tað í eina grøv.