Mark 6,30-44
Teksturin í dag er Markus 6,30-44
Torleif Johannesen lesur.
v30 Og ápostlarnir komu saman aftur hjá Jesusi, og teir søgdu honum frá øllum tí, sum teir høvdu gjørt, og øllum tí, sum teir høvdu lært. v31 Og hann sigur við teir: «Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.» Tí at har vóru mong, sum komu og fóru, og teir fingu ikki so frægt sum matnáðir. v32 Og teir fóru við bátinum burtur í ein óbygdan stað, einsamallir. v33 Og fólk sóu teir fara avstað, og nógv kendu teir, og tey flokkaðust saman hagar til gongu úr øllum bygdunum, og tey komu undan teimum. v34 Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt. v35 Og tá ið tað longu fór at verða væl fram, komu lærusveinar hansara til hansara og søgdu: «Staðurin er óbygdur, og tað er longu væl fram. v36 Lat tey fara frá tær, so at tey kunnu koma til garðarnar og bygdirnar her í nánd og keypa sær okkurt at eta.» v37 Men hann svaraði og segði við teir: «Gevið tit teimum at eta.» Og teir siga við hann: «Skulu vit fara avstað og keypa fyri tvey hundrað denarar í breyði og geva teimum at eta?» v38 Men hann sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!» Og tá ið teir høvdu hugt eftir, siga teir: «Fimm, og tveir fiskar.» v39 Og hann bað teir lata øll setast niður í hitt grøna grasið, samlag við samlag. v40 Og tey settust niður í flokkum, hundrað í summum, og fimmti í summum. v41 Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll. v42 Og tey fingu sær øll og vórðu mett. v43 Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum. v44 Og teir, sum etið høvdu breyðini, vóru fimm túsund menn í tali.