Markus 10, 13-16

 

Teksturin í dag er Markus 10,13-16

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

13 Tey bóru børn til Jesus, so hann kundi vælsigna tey. Men lærusveinarnir høvdu at teimum. 14 Tá ið Jesus sá tað, ilskaðist hann og segði: “Latið børnini koma til mín. Forðið teimum ikki, tí Guds ríki hoyrir slíkum til. 15 Minnist til, at um tit ikki taka ímóti Guds ríki sum eitt barn, koma tit als ikki inn í tað.” 16 so tók hann børnini inn at sær, legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.

v13 Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. v14 Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: «Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. v15 Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.» v16 Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.