Markus 11, 1-11

 

Teksturin í dag er Markus 11,1-11

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

 

1 Teir nærkaðust Jerusalem, og tá ið teir vóru komnir til Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi Jesus tveir av lærusveinunum undan. 2 “Farið inn í bygdina beint frammanfyri,” segði hann, og tá ið tit koma hagar, finna tit eitt esil standa bundið og eitt fyl hjá tí, sum eingin ein hevur riðið á. Loysið tað og komið higar við tí. 3 Og um onkur spyr tykkum, hví tit taka tað, skulu tit svara: “Harrin skal brúka tað. Hann kemur aftur við tí sum skjótast.” 4 So fóru teir avstað og funnu eitt esil, sum stóð bundið við eitt portur á gøtuni. Tá ið teir loystu tað, 5 spurdu nakrir menn, ið stóðu har. “Hvat gera tit? Hví taka tit eslið?” 6 Lærusveinarnir svaraðu, sum Jesus hevði biðið teir, og teir lótu teir fara. 7 Teir komu aftur til Jesus við eslinum og løgdu klæði síni á tað, og Jesus setti seg upp á tað, 8 og mong breiddu klæði síni út á vegin, og onnur greinar, sum tey høvdu funnið á bønum. 9 Bæði aftanfyri og frammanfyri gingu fólk og róptu: “Hosianna. Gud vælsigna hann. Hann kemur í Harrans navni. Nú fáa vit kongsríki Dávids aftur. 10 Hosianna, Gud í himli.” 11 Teir komu so inn í Jerusalem, og Jesus fór inn á Tempulplássið at hyggja at øllum. Men nú var vorðið sent, og hann fór saman við lærusveinunum aftur til Betania.

v1 Og tá ið teir nærkast Jerúsalem og koma til Betfage og Betániu við Oljufjallið, sendir hann tveir av lærusveinum sínum undan og sigur við teir: v2 «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum; og alt fyri eitt sum tit koma inn í hana, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum eingin maður enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar. v3 Og um onkur sigur við tykkum: «Hví gera tit hetta?» so sigið: «Harranum tørvar tað, og hann skal senda tað higar aftur við tað sama.» » v4 Og teir fóru og funnu fylið bundið uttan fyri dyrnar úti í túninum, og teir loystu tað. v5 Og nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu við teir: «Hvat gera tit? Loysa tit fylið?» v6 Men teir søgdu við teir, soleiðis sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir so gera. v7 Og teir koma við fylinum til Jesus, og teir leggja klæði síni á tað, og hann setti seg upp á tað. v8 Og mong breiddu kappar sínar á vegin, men onnur leyv, sum tey høvdu slitið á markini. v9 Og tey, ið gingu undan, og tey, ið fylgdu aftaná, rópaðu: «Hosianna! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! v10 Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!» v11 Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi.