Markus 11,12-19

 

Teksturin í dag er Markus 11,12-19

Andrias Magnussen lesur.

v12 Og morgunin eftir, tá ið teir vóru farnir út úr Betániu, kendi hann sær svongd. v13 Og tá ið hann langt burtur sá eitt fikutræ, ið hevði bløð, fór hann hagar at vita, um hann mundi finna okkurt á tí; men tá ið hann kom at tí, fann hann einki uttan bløð; tí at ikki var fikutíð. v14 Og hann tók til orða og segði við tað: «Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!» Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta.v15 Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. v16 Og ikki gav hann loyvi til, at nakar bar eitt ílát um halgidómin. v17 Og hann lærdi og segði við teir: «Er ikki skrivað: «Hús mítt skal nevnast eitt bønhús fyri øll fólkasløg?» Men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» v18 Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, og teir hugsaðu um, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum; tí at teir ræddust hann, við tað at øll mannamúgvan stóð bilsin av læru hansara. v19 Og tá ið komið var at kvøldi, fór hann haðani og út um staðin.