Markus 11,20-26

 

Teksturin í dag er Markus 11,20-26

Andrias Magnussen lesur.

v20 Og tá ið teir um morgunin komu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað úr rótini. v21 Og Pæturi kom hetta í hug, og hann sigur við hann: «Rabbi! hygg fikutræið, sum tú bannaði, er følnað.» v22 Og Jesus svaraði og sigur við teir: «Havið trúgv á Guð! v23 Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið,» og ikki ivast í hjarta sínum, men trýr, at so verður, sum hann sigur, tá skal tað verða honum fyri. v24 Tí sigi eg tykkum: «Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri. v25 Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.» [ v26 Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.»]