Markus 12,1-12

 

Teksturin í dag er Markus 12,1-12

Andrias Magnussen lesur.

v1 Og hann tók at tala til teirra í líknilsum: «Ein maður plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann, og gróv eina vínpersu og bygdi eitt torn; og hann fekk víngarðsmonnum hann til leigu og fór út av landinum. v2 Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, til tess at hann kundi fáa nakað av fruktum víngarðsins frá víngarðsmonnunum. v3 Og teir tóku hann og bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. v4 Og hann sendi aftur ein annan húskall út til teirra; og hann slógu teir í høvdið og hildu hann fyri háð. v5 Og upp aftur ein annan sendi hann, og hann drópu teir; og mangar aðrar, summar bardu teir, og summar drópu teir. v6 Enn átti hann ein einasta eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann seinastan til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum.» v7 Men hesir víngarðsmenninir søgdu hvør við annan: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so verður arvurin okkara.» v8 Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út um víngarðin. v9 Hvat man nú víngarðsins harri gera? Hann skal koma og týna víngarðsmonnunum av lívi og geva øðrum víngarðin. v10 Hava tit heldur ikki lisið hetta skriftorðið: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. v11 Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum.» » v12 Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir tordu ikki fyri mannamúgvuni, tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir; og teir gingu frá honum og fóru avstað.