Markus 12,13-17

 

Teksturin í dag er Markus 12,13-17

Andrias Magnussen lesur.

v13 Og teir senda til hansara nakrar av Farisearunum og Heródesar monnum, at teir kundu seta hann fastan í orðum. v14 Og teir koma og siga við hann: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður og ikki firnast fyri nøkrum; tí at tú gert ikki mannamun, men lærir Guðs veg í sannleika. Er tað loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki? Eiga vit at gjalda ella ikki at gjalda?» v15 Men hann sá fals teirra og segði við teir: «Hví freista tit meg? Fáið mær ein denar, at eg kann hyggja at honum.» v16 Og teir fingu honum hann. Og hann sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» Men teir søgdu við hann: «Keisarans.» v17 Men Jesus segði við teir: «Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er.» Og teir undraðust á hann.