Markus 12,28-34

 

Teksturin í dag er Markus 12,28-34

Andrias Magnussen lesur.

v28 Og har kom fram ein av hinum skriftlærdu, ið hevði lýtt á orðaskifti teirra og skildi, at hann hevði svarað teimum væl aftur, og hann spurdi hann: «Hvat er hitt fyrsta boðið av øllum?» v29 Jesus svaraði: «Hitt fyrsta boðið er hetta: «Gev ljóð, Ísrael! Harrin, Guð vár, Harrin er ein. v30 Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.» v31 Annað er hetta: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Einki annað boð er størri enn hesi.» v32 Og hin skriftlærdi segði við hann: «Av sonnum, meistari! Rætt hevur tú í hesum, at hann er ein, og eingin er annar enn hann. v33 Og at elska hann av øllum hjarta og av øllum viti og av øllum mátti, og at elska næsta sín sum sjálvan seg, tað er nógv meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.» v34 Og tá ið Jesus sá, at hann svaraði vituga, segði hann við hann: «Tú ert ikki langt burtur frá Guðs ríki.» Og eingin tordi meira at seta honum spurningar.