Markus 1,29-39
Teksturin í dag er Markus 1,29-39
Andrias Magnussen lesur.
v29 Og alt fyri eitt teir vóru farnir út úr samkomuhúsinum, komu teir inn við hús hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi. v30 Men vermóðir Símunar lá sjúk av hitasótt; og við tað sama orðaðu teir við hann um hana. v31 Og hann gekk fram til hennara og tók í hondina á henni og reisti hana upp; og hitasóttin fór av henni, og hon borðreiddi fyri teimum. v32 Men tá ið kvøldið var komið, eftir sólsetur, komu tey til hansara við øllum teimum, sum høvdu ilt og vóru plágað av illum andum, v33 og øll bygdin var komin saman fyri durunum. v34 Og hann grøddi mong, sum drógust við ymsar sjúkur, og rak út mangar illar andar; og hann gav ikki hinum illu andunum loyvi at tala, tí at teir kendu hann. v35 Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har. v36 Og Símun og teir, sum við honum vóru, skundaðu sær eftir honum; v37 og teir hittu hann og siga við hann: «Øll leita eftir tær!» v38 Og hann sigur við teir: «Latum okkum fara burtur aðrar staðir, til smábygdirnar her í nánd, so at eg kann prædika eisini har; tí at til tess eri eg út farin.» v39 Og hann kom og prædikaði í samkomuhúsum teirra um alt Galileuland og rak út illar andar.