Markus 13,14-23

 

Teksturin í dag er Markus 13,14-23

Ólavur Jacobsen lesur.

v14 Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. v15 Men tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður aftur ella fari inn eftir nøkrum í húsi sínum. v16 Og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum. v17 Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! v18 Men biðið um, at tað ikki má verða um vetrartíð. v19 Tí at teir dagar skal verða ein slík trongd, at tílík hevur eingin verið frá upphavi skapningsins, sum Guð skapaði, og til nú og ikki heldur skal koma. v20 Og um Harrin ikki hevði stytt um hesar dagar, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu, sum hann hevur valt út, hevur hann stytt um dagarnar. v21 Og um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, har er Kristus!» ella: «Sí, her er hann!» tá trúgvið tí ikki. v22 Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp og gera tekin og undurgerðir fyri ta søk at villleiða hini útvaldu, um tað var gjørligt. v23 Men hyggið tit um tykkum sjálvar! Sí, eg havi sagt tykkum alt frammanundan.