Markus 14, 26-42

 

Teksturin í dag er Markus 14,26-42

Ólavur Jacobsen lesur.

v26 Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fóru teir út til Oljufjallið. v27 Og Jesus sigur við teir: «Allir munnu tit fáa meinboga av mær, tí at skrivað stendur: Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur. v28 Men eftir tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.» v29 Men Pætur segði við hann: «Um so allir fáa meinboga, so skal eg ikki.» v30 Og Jesus sigur við hann: «Sanniliga sigi eg tær: Í dag, í hesi nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú hava avnoktað meg tríggjar ferðir.» v31 Men hann tók enn treystligari til orða: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu allir hinir. v32 Og teir koma í ein urtagarð, sum kallaðist Getsemane, og hann sigur við lærusveinar sínar: «Setist her, meðan eg haldi bøn.» v33 Og hann tekur Pætur og Jákup og Jóhannes við sær; og ótti og angist kom á hann. v34 Og hann sigur við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!» v35 Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. v36 Og hann segði: «Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.» v37 Og hann kemur og hittir teir sovandi; og hann sigur við Pætur: «Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vaka ein tíma? v38 Vakið og biðið, at tit mega ikki falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt.» v39 Og uppaftur fór hann burtur og helt bøn og segði somu orðini. v40 Og hann kom aftur og hitti teir aftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni; og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara honum. v41 Og hann kemur triðju ferð og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Tað er nóg mikið. Tímin er komin; sí, menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. v42 Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd!»