Markus 14,1-11
Teksturin í dag er Markus 14,1-11
Ólavur Jacobsen lesur.
v1 Men um tveir dagar vórðu páskir og hátíð hinna ósúrgaðu breyða. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir við svikum kundu fáa vald á honum og taka hann av døgum. v2 Tí at teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreistur millum fólkið.» v3 Og meðan hann var í Betániu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini alabastur-krukku av reinari, sera dýrabarari nardus-salvu; og hon breyt alabastur-krukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara. v4 Men har vóru nakrir, ið ilskaðust og hildu hvør við annan: «Hvat skal henda salvan verða spilt burtur til? v5 Tí at henda salvan kundi verið seld fyri meir enn trý hundrað denarar og givin fátækum.» Og teir deildu hana. v6 Men Jesus segði: «Latið hana fáa frið! Hví gera tit henni ónáðir? Hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. v7 Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð. v8 Hon gjørdi tað, sum hon kundi; hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina. v9 Og sanniliga sigi eg tykkum, hvar sum helst um allan heimin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.» v10 Og Judas Iskarjot, ein av teimum tólv, fór til høvuðsprestarnar til tess at geva hann upp í hendur teirra. v11 Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fegnir, og teir lovaðu at geva honum pening; og hann royndi nú at fáa føri til at svíkja hann.