Markus 14,12-25

 

Teksturin í dag er Markus 14,12-25

Ólavur Jacobsen lesur.

v12 Og tann fyrsta dagin av hátíð hinna ósúrgaðu breyða, tá ið tey drópu páskalambið, siga lærusveinar hansara við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu fara og gera alt til reiðar, at tú kanst eta páskalambið?» v13 Og hann sendir tveir av lærusveinum sínum avstað og sigur við teir: «Farið inn í staðin, og ein maður, ið ber eina krukku av vatni, skal møta tykkum; fylgið honum. v14 Og har sum hann fer inn, har skulu tit siga við húsbóndan: «Meistarin sigur: Hvar er herbergi mítt, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» v15 Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan og ruddaðan, og har skulu tit gera tað til til okkara.» v16 Og lærusveinarnir fóru avstað og komu inn í staðin og funnu alt, soleiðis sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til. v17 Og tá ið kvøldið var komið, kemur hann við teimum tólv. v18 Og meðan teir sótu til borðs og fingu sær at eta, segði Jesus: «Sanniliga sigi eg tykkum: Ein tykkara man svíkja meg, ein, ið fær sær at eta við mær.» v19 Teir tóku at harmast og søgdu við hann, ein fyri og annar eftir: «Man tað vera eg?» v20 Men hann segði við teir: «Ein av teimum tólv, tann, ið drepur hondina í fatið við mær. v21 Tí at menniskjusonurin fer fullvæl burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av; betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur!» v22 Og meðan teir fingu sær at eta, tók hann breyð, vælsignaði og breyt tað og gav teimum tað og segði: «Fáið tykkum, hetta er likam mítt!» v23 Og hann tók ein kalik, takkaði og gav teimum, og teir drukku allir úr honum. v24 Og hann segði við teir: «Hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum. v25 Sanniliga sigi eg tykkum, at eg skal onga tíð meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja í Guðs ríki.»