Markus 14,43-52
Teksturin í dag er Markus 14,43-52
Jógvan Højgaard lesur.
v43 Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, kemur Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og teimum elstu. v44 Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum.» v45 Og tá ið hann kom, fer hann alt fyri eitt til hansara og sigur: «Rabbi!» og kysti hann. v46 Men teir løgdu hendur á hann og tóku hann. v47 Men ein av teimum, sum hjá stóðu, dró svørð sítt og sló eftir sveininum hjá høvuðsprestinum og høgdi oyrað av honum. v48 Og Jesus tók til orða og segði við teir: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. v49 Dag og dagliga var eg hjá tykkum í halgidóminum og lærdi, og tit tóku meg ikki; tó hetta hendir, til tess at skriftirnar skulu ganga út.» v50 Og teir fóru frá honum allir og rýmdu. v51 Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann. v52 Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur.