Markus 14,53-65
Teksturin í dag er Markus 14,53-65
Jógvan Højgaard lesur.
v53 Og teir førdu Jesus til høvuðsprestin; og hjá honum koma allir høvuðsprestarnir og teir elstu og hinir skriftlærdu saman. v54 Og Pætur fylgdi honum langt aftaná líka inn í borgargarðin hjá høvuðsprestinum, og hann sat har hjá sveinunum og vermdi seg við eldin. v55 Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki. v56 Tí at mangir søgdu rangan vitnisburð ímóti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt. v57 Og nakrir stóðu upp og bóru rangan vitnisburð ímóti honum og søgdu: v58 «Vit hoyrdu hann siga: Eg skal bróta niður hetta templið, sum er gjørt við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.» v59 Men heldur ikki um hetta kom vitnisburður teirra á samt. v60 Og høvuðspresturin reistist og steig fram mitt ímillum teirra og spurdi Jesus og segði: «Svarar tú als einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?» v61 Men hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: «Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?» v62 Men Jesus segði: «Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.» v63 Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: «Nýtist okkum nú vitni longur? v64 Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?» Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða. v65 Og summir fóru at spýta á hann; og teir bundu fyri eyguni á honum og slógu hann við knýttum nevum í andlitið og søgdu við hann: «Profetera!» Og sveinarnir tóku ímóti honum við sløgum undir vangan.