Markus 14,66-72
Teksturin í dag er Markus 14,66-72
Jógvan Højgaard lesur.
v66 Og meðan Pætur var niðri í borgargarðinum, kemur ein av arbeiðiskonunum hjá høvuðsprestinum; v67 og tá ið hon sær Pætur sita og verma seg, hyggur hon at honum og sigur: «Tú vart eisini við Nasareinginum, hesum Jesusi.» v68 Men hann noktaði fyri tí og segði: «Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur.» Og hann fór út í forgarðin, og tá gól hanin. v69 Og tá ið arbeiðiskonan sá hann, fór hon aftur at siga við teir, ið hjá vóru staddir: «Hesin er ein av teimum.» v70 Men hann noktaði uppaftur. Og eina løtu seinni søgdu teir, ið har stóðu, aftur við Pætur: «Víst ert tú ein av teimum; tí at tú ert jú eisini Galileingur.» v71 Men hann tók at banna og svørja: «Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.» v72 Og í sama viðfangi gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi í hug tað orðið, sum Jesus hevði sagt við hann: «Áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann skar í grát.