Markus 15,1-15

 

Teksturin í dag er Markus 15,1-15

Jógvan Højgaard lesur.

v1 Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann. v2 Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.» v3 Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann. v4 Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.» v5 Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist. v6 Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um. v7 Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. v8 Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. v9 Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» v10 Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann. v11 Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan. v12 Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?» v13 Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» v14 Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!» v15 Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.