Markus 3, 20-35

 

Teksturin í dag er Markus 3,20-35

Ólavur Jacobsen lesur.

v20 Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir. v21 Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: «Hann hevur mist vitið!» v22 Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: «Beelsebul er í honum!» og «Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.» v23 Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: «Hvussu kann Sátan reka út Sátan? v24 Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við; v25 og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við. v26 Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum. v27 Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara. v28 Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; v29 men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.» v30 Tí at teir søgdu: «Ein óreinur andi er í honum.» v31 Og móðir hansara og brøður hansara koma, og tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til hansara, at tey vildu hitta hann. v32 Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: «Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar] eru uttanfyri og spyrja eftir tær!» v33 Og hann svaraði teimum og segði: «Hvør er móðir mín og brøður mínir?» v34 Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: «Sí, her er móðir mín og brøður mínir! v35 Tí at hvør tann, ið ger Guðs vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir.»