Markus 4,1-11
Teksturin í dag er Matteus 4,1-11
Andrias Magnussen lesur.
v1 Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum. v2 Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans. v3 Og freistarin kom til hansara og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.» v4 Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.» v5 Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: v6 «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.» v7 Jesus segði við hann: «Uppaftur stendur skrivað: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» v8 Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: v9 «Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.» v10 Tá sigur Jesus við hann: «Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» v11 Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum.