Markus 7,1-13

 

Teksturin í dag er Markus 7,1-13

Torleif Johannesen lesur.

v1 Og Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, ið komnir vóru frá Jerúsalem, koma saman til hansara. v2 Og tá ið teir sóu, at nakrir av lærusveinum hansara fingu sær at eta við vanhalgaðum hondum, tað er, við ótváaðum hondum; – v3 tí at Fariseararnir og allir Jødar fáa sær ikki at eta, uttan teir væl og virðiliga hava tváað sær um hendurnar, við tað at teir halda fast við gamlan fedranna sið; v4 og tá ið teir koma heim av torgi, fáa teir sær ikki mat, uttan teir hava tváað sær áður; og mangt annað er, sum teir hava tikið sær fyri at halda fast við, reinsan av bikarum og konnum og koparketlum og beinkjum – v5 tá spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu hann: «Hví fylgja lærusveinar tínir ikki gomlum fedranna siði, men fáa sær mat við vanhalgaðum hondum?» v6 Men hann segði við teir: «Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. v7 Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» v8 Tit skoyta ikki Guðs boðum, men halda fast við mannasiðir.» v9 Og hann segði við teir: «Tað er prýðiligt av tykkum, at tit taka Guðs boð av, til tess at tit kunnu halda fast við sið tykkara. v10 Tí at Móses hevur sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» v11 Men tit siga: «Um ein maður sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í frá mær, skal vera ein korban (tað er: ein tempulgáva)», v12 so loyva tit honum ikki longur at gera nakað fyri faðir sín ella móður sína, v13 við tað at tit taka Guðs orð av við siðum tykkara, sum tit hava ásett. Og mangt annað tílíkt gera tit.»