Markus 7,14-23

 

Teksturin í dag er Markus 7,14-23

Torleif Johannesen lesur.

v14 Og hann kallaði aftur til sín mannamúgvuna og segði við tey: «Hoyrið meg øll og fatið! v15 Einki er uttan fyri menniskjuna, sum kann gera hana óreina, um tað fer inn í hana; men tað, sum fer út úr menniskjuni, tað er tað, sum ger hana óreina. v16 [Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!»] v17 Og tá ið hann var komin inn við hús burtur frá mannamúgvuni, spurdu lærusveinar hansara hann um hetta líknilsið. v18 Og hann sigur við teir: «Eru tit við so skilaleysir? Skilja tit ikki, at alt tað, sum uttarífrá fer inn í menniskjuna, ikki kann gera hana óreina; v19 tí at tað fer ikki inn í hjarta hennara, men í magan, og fer út, har sum tað eigur at fara; og soleiðis verður øll føði rein.» v20 Men hann segði: «Tað, ið fer út úr menniskjuni, tað ger menniskjuna óreina; v21 tí at innanfrá úr mannahjartanum koma út illar hugsanir, siðloysi, tjóvskapur, manndráp, v22 hordómur, ágirnd, illskapur, svik, ólíkligskapur, øvund, spottan, hugmóð, óspekt. v23 Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjuna óreina.»