Markus 8, 27-33

 

Teksturin í dag er Markus 8,22-26

Jørgen Andreasen lesur.

v27 Og Jesus og lærusveinar hansara fóru út til smábygdirnar uttan um Kesarea Filippi; og á veginum spurdi hann lærusveinar sínar og segði við teir: «Hvønn siga menn meg vera?» v28 Og teir svaraðu honum og søgdu: «Jóhannes doyparan; og summir: Elia, men summir: ein av profetunum!» v29 Og hann spurdi teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Pætur svaraði og sigur við hann: «Tú ert Kristus.» v30 Og hann legði teimum ríkan við, at teir ongum máttu siga hetta um hann. v31 Og hann tók at læra teir, at menniskjusonurin átti at líða mangt og at verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og at verða sligin í hel og tríggjar dagar aftaná at rísa upp. v32 Og hetta segði hann beint fram. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum. v33 Men hann vendi sær við og hugdi upp á lærusveinar sínar og fanst at Pæturi og sigur: «Vík aftur um meg, Sátan! tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»