Markus 8,1-13

 

Teksturin í dag er Markus 8,1-13

Torleif Johannesen lesur.

v1 Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: v2 «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. v3 Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.» v4 Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?» v5 Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» v6 Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni. v7 Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. v8 Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. v9 Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað. v10 Og við tað sama fór hann aftur í bátin við lærusveinum sínum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta. v11 Og Fariseararnir komu út og tóku at trætast við hann og kravdu av honum eitt tekin av himni fyri at freista hann. v12 Og hann stundi tungliga í anda sínum og sigur: «Hví krevur henda slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt!» v13 Og hann fór frá teimum, steig umborð aftur og fór yvir um hinumegin.