Markus 1,9-13

 

Teksturin í dag er Markus 1,9-13

Andrias Magnussen lesur.

v9 Og tað hendi í teimum døgunum, at Jesus kom úr Nasaret í Galileu og varð doyptur av Jóhannesi í Jórdan. v10 Og við tað sama hann steig upp úr vatninum, sá hann himlarnar opnast og andan sum eina dúgvu stíga oman yvir hann; v11 og ein rødd kom av himlunum: «Tú ert sonur mín, hin elskaði, til tín havi eg tokka!» v12 Og við tað sama dreiv andin hann út í oyðimørkina; v13 og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum.