Markus 9,30-41

 

Teksturin í dag er Markus 9,30-41

Jørgen Andreasen lesur.

v30 Og teir fóru burtur haðani og ferðaðust um Galileu; og hann vildi ikki, at nakar skuldi vita av tí; v31 tí at hann lærdi lærusveinar sínar og segði við teir: «Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, og tá ið hann er dripin, skal hann tríggjar dagar aftaná rísa upp.» v32 Men teir fataðu ikki hesa talu, og teir tordu ikki at spyrja hann. v33 Og teir komu til Kapernaum; og tá ið hann var komin heim til húsa, spurdi hann teir: «Hvat var tað, sum tit talaðu saman um á veginum?» v34 Men teir tagdu; tí at teir høvdu talað sín ámillum á veginum um, hvør teirra var størstur. v35 Og hann settist niður og kallaði teir tólv til sín og sigur við teir: «Um onkur vil vera fremstur, tá skal hann vera seinastur av øllum og tænari hjá øllum.» v36 Og hann tók eitt lítið barn og setti tað inn ímillum teirra, og hann tók tað í føvningin og segði við teir: v37 «Tann, ið tekur móti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur móti mær; og tann, ið tekur móti mær, hann tekur ikki móti mær, men honum, ið sendi meg.» v38 Jóhannes segði við hann: «Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.» v39 Men Jesus segði: «Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg. v40 Tí at tann, sum ikki er ímóti okkum, hann er við okkum. v41 Tí at tann, sum gevur tykkum eina skál av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Kristi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa løn sína.