Mattesu 19,13-22

 

Teksturin í dag er Matteus 19,13-22

Jørgen Andreasen lesur.

v13 Tá vórðu smábørn borin til hansara, at hann skuldi leggja hendur sínar á tey og halda bøn; men lærusveinarnir høvdu at teimum. v14 Men Jesus segði: «Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.» v15 Og hann legði hendurnar á tey og fór so avstað haðani. v16 Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: «Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?» v17 Men hann segði við hann: «Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.» v18 Hann sigur við hann: «Hvørji?» Men Jesus segði: «Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; v19 æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.» v20 Unglingin sigur við hann: «Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?» v21 Jesus segði við hann: «Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!» v22 Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn.