Mattesu 19,23-30

 

Teksturin í dag er Matteus 19,23-30

Jørgen Andreasen lesur.

v23 Men Jesus segði við lærusveinar sínar: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. v24 Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.» v25 Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?» v26 Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: «Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.» v27 Tá tók Pætur til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?» v28 Men Jesus segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, at tit, ið hava fylgt mær, skulu í endurføðingini, tá ið menniskjusonurin setist í dýrdarhásæti sítt, eisini sita í tólv hásætum og døma Ísraels tólv ættir. v29 Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu] ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. v30 Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»