Mattesu 20,1-16

 

Teksturin í dag er Matteus 20,1-16

Jørgen Andreasen lesur.

v1 Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín. v2 Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. v3 Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum. v4 Og hann segði við teir: «Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.» Og teir fóru. v5 Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama. v6 Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: «Hví standa tit her allan dagin fyri einki?» v7 Teir siga við hann: «Tí at eingin hevur leigað okkum.» Hann sigur við teir: «Farið tit við út í víngarðin.» v8 Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: «Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.» v9 Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør. v10 Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør. v11 Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri: v12 «Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.» v13 Men hann svaraði og segði við ein teirra: «Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar? v14 Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg. v15 Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður? v16 Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld»].